Svika á internetinum

Tað frættist javnan um fólk, sum svika á internetinum, og í løtuni arbeiðir føroyska kriminalløgreglan við einum ítøkiligum máli, har ein føroyingur er snýttur á netinum.

- Hetta er eitt mál, sum er meldað til okkara. Tað snýr seg um ein føroying, sum hevur keypt eina fartelefon á netinum og pertvís hevur goldið hana, men sum bara ikki hevur fingið telefonina, sigur Bergleif Brimvík.

Føroyingurin hevði bílagt fartelefonina frá einum donskum sølumanni á netinum, sum hevur støð í Thailandi.

- Vit hava verið í sambandi við donsku løgregluna, og har arbeiða tey við einum fimm málum, ið snúgva seg um sama danan í Thailandi. Støða verður nú tikin til, um málini skulu savnast á einum stað, sigur Bergleif Brimvík.

Kriminalovastin ávarar annars fólk um at handla á netinum, og í hvussu er tryggja sær, at tey fáa vøruna, áðrenn tey rinda fyri hana.