Svik við neyðhjálp

Tá ódnin Katrina legði stórar partar av amerikanska býnum New Orleans í oyði fyri skjótt einum ári síðani, játtaði amerikanska Kongressin nógvar milliardir krónur í neyðhjálp.

Nú vísir tað seg, at minst átta milliardir krónur hvurvu á vegnum og komu tí ongantíð teimum neyðstøddu til góðar. Grannskoðanin hjá Kongressini er komin eftir, at í veruleikanum játtaðu politikararnir pengar til fleiri hjálpartiltøk, sum als ikki vóru til. Tvørturímóti blivu pengarnir brúktir til atgongumerki til fótbóltsdystir, skreytlutir av ymsum slagi og dýrar frítíðarferðin, og tað finnast eisini dømi um, at neyðhjálparpengar blivu brúktir til kynsligar tænastur, sigur grannskoðanin hjá Kongressini.

Sambært grannskoðanini umfatar svikið 16 prosent av allari neyðhjálpini, sum Kongressin játtaði.