Upphæddin, sum Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóri í fyritøkuni Injektor Trawldoors er skuldsettur fyri at hava svikað fyri, er komin upp á slakar átta mió. Krónur
Tað er meira enn eitt ár síðan, at eigarin av fyritøkuni í Horsens fekk illgruna um fíggjarundandrátt og meldaði málið til politiið.
Politiið hevur higartil ikki viljað sagt tað stóra um skuldsetingarnar um svik. Nú er so komið fram, at fyrrvrandi stjórin er mettur at vera høvuðssvikari, og ein persónur aftrat er skuldsettur fyri sama svik, men fyri minni upphædd.
Skulsetingarnar snúgva seg um fíggjarundandrátt, skattasvik og skjalafalsan, upplýsir Torben Svarrer, kanningarleiðari hjá politinum í Eysturjyllandi.
Kanningarnar líða væl, men í august verða tey mongu skjølini løgd fyri verjarnar, og teir kunnu biðja um fleiri kanningar.
Torben Svarrer vónar, at málið kann verða avgreitt í rættinum í hesum árinum.










