Sviin lagt seg á odda

Svenski Sebastian Davidsson hevur lagt seg á odda efti fyrstu kappingina í Battle of the North

Skuldi nakar ivast, so eru tað nakrir sera sterkir menn, sum í dag kappast í Battle of the North á Hálsi.

 

Heitið sum sterkasti maður í Norðurhøvum er upp á spæl, og fyrsta kappingin av teimum fýra, sum eru á skránni, er at koppa einum lastbiladekki. Dekki vigar 420 kilo, men tað tóktist á ongan hátt at nerva sterku dreingjunum.Dekkið skuldi koppast íalt átta ferðir.

 

Bogi var fyrsti maður á vøllin, og hann fekk óføra stóran stuðul frá mest sum fullsettu høllini. Men hóast Bogi er bæði stórur og sterkur, so vístu kappingarneytarnir, at tað er ikki av tilvild, at teir hoyra til heimselituna innan sterkar menn.

 

Stig verða givin fyri hvørja kapping sær, og vit koma leypandi at dagføra støðuna. Úrslitið av fyrstu kappingini varð hetta:

 

Tyre flip

Sebastian Davidsson (SVØ), 28,94

Laurence Shahlaei (UK) 30,26

Ole Martin Hansen (NOR) 31,41

Haftur Bjørnsson (ÍSL) 32,31

Nicolai Hansen (DK), 36,22

Bogi Hammer (FR), 36,50