Svii vann í Klaksvík

Fýra telvarar kundu undan seinasta umfarinum vinna 2nd Klaksvík International. IM Johan Eriksson dróg longsta stráið

Talv

Í frálíkum umstøðum í Skálanum í Klaksvík, brynjaðu sekstan telvarar seg út í døgunum 7-11. oktobur. Fimm útlendskir tittultelvarar og fimm føroyingar mannaðu IM-bólkin, meðan seks ungir telvarar kappaðust í serligari unglingakapping. Makkaraparið Mogens Nielsen og Rani Nolsøe høvdu enn einaferð lagt lag á og skipað fyri.

Góð einkultavrik ? men óstøðugt
Teir fimm føroyingarnir, Flóvin Tór Næs, Martin Poulsen, Heini Olsen, Ólavur Simonsen og Hans Kristian Simonsen, vórðu allir ov óstøðugir, og blandaðu seg ongantíð av álvara í toppin. Tó kundi Hans Kristian í teoriini, við at vinna í seinasta umfarinum, blanda seg í medaljurekkirnar, men hann mátti lúta fyri dananum og altjóða meistaranum Klaus Berg.
Heini Olsen legði annars bestur út av føroyingunum, hevði tvey stig eftir trimum umførum, men steðgaði síðani tíverri upp og fekk eitt stig aftrat í seks teimum seinastu talvunum. Talvið hjá honum móti Ólavi er eitt dømi um hvussu gott Heini kann telva, tá hann er í rætta telvingarlagnum.
Ólavur og Flóvin høvdu truplar talvdagar í Klaksvík, hóast eisini teir høvdu nøkur góð einkultavrik. Serliga verður hugsað um sigurin hjá Flóvini yvir Klaus Berg. Báðir føroyingarnir endaðu á 9-10. plássi.

Martin og Hans Kristian
Føroyameistarin Martin Poulsen fekk við einum stigi av fýra møguligum eina tunga kappingarbyrjan, men vendi síðani gongdina við framúr góðari telving og fekk saman við Hans Kristiani hálvtfimta stig, 50% skoru. Tvey góð avrik. Teir høvdu nakrar perlur til felags; sigrarnar hjá teimum á altjóða meistaranum Kim Pilgaard, eins og sigurin hjá Martini yvir Klaus Berg og sigurin hjá Hans Kristiani yvir stórmeistaranum úr Skottlandi Colin McNab.
Tveir lovandi telvarar, sum í løtuni tykjast at verða teir einastu sum kunna hótta John Arna Nilssen, sum nú hevur umleið 150 ratingstig fleiri enn næsti føroyingur á listanum! Eftir Klaksvík, hevur Martin yvirtikið plássið frá Flóvin sum næstovasti føroyingur.

Útlendingarnir og toppurin
IM-norm kravið var seks stig av níggju møguligum, og hevði Hans K. vunnið seinasta talvið, varð hann bert hálvt stig frá málinum. Men so varð ikki, og endaði hann og Martin á einum deildum fimta plássi.
Vinnarin í fjør á Viðareiði Kim Pilgaard, hevði eina miseydnaða kapping við bert hálvum fjórða stigi og einum sjeynda plássi. Hví tað gekk so illa er ringt at siga. Hann hevur annars hildið sína rating støðugt omanfyri 2450 seinastu tvey árini, hevur enntá vunnið sær ein stórmeistaranorm. Men í Klaksvík telvaði hann sera óstøðugt.
Tríggir telvarar býttu annað plássið; Klaus Berg, Sævar Bjarnason og Colin McNab við seks stigum. Serliga yvirraskaði íslendski altjóða meistarin við frískari, álopskendari og skjótari telving. Við sínum ratingtali 2284 í huga, er úrslitið hjá Sævari rættiliga flott. Klaus og McNab eiga at vera hampiliga nøgdir við síni avrik.
Johan Eriksson varð framanundan styrkismettur triðovastur. Eriksson tapti einans eitt talv, ímóti Sævari, og varð í roynd og veru tann mest støðugi av luttakarum og harvið rætti vinnarin. Við heim til Svørikis fær hann 6.000 krónur í virðisløn.

Rani Baldursson suverenur
Tað bleiv ongantíð tann stóri spenningurin millum unglingarnar. Klassamunur varð millum klaksvíkingin Rana Baldursson og hini í bólkinum. Tey seks leiktu dupultumfør, tíggju umfør tilsamans, og endaði Rani trygt fremstur við átta stigum (vann seks talv og leikti fýra javnleikir). Honum næstir komu havnardreingirnir Rógvi Mortensen og Helgi Dam Ziska við hálvum sætta stigum hvør.
Suðringurin Sjúrður Thorsteinsson, sum bleiv nr. 2 í unglingabólkinum í FM á páskum, blandaði seg ongantíð av álvara í toppin. Hansara mongu javnleikir forðaði hesum.
Klaksvíksdrongurin Rógvi Dragaberg hevði eina fína kapping við fýra stigum, meðan unga gentan Herborg Hansen úr Klaksvík endaði aftast við heiðurligum tveimum stigum. Hon vann eitt nú á Rógva og leikti javnt móti Sjúrði, og tað eru tvey góð prógv um hennara talent.
Rani vinnur sær nógv góð ratingstig, umframt 1500 krónur í virðisløn.