Svii undir illgruna

Dómsvaldið í Póllandi gav í gjár boð um, at ein svii skal handtakast, tí illgruni eru um, at tað var hann, sum skipaði fyri, tá skeltið uttan fyri fyrrverandi týningarleguna Auschwitz bleiv stolið herfyri. Skeltið við teimum kendu orðunum "Arbeit macht frei" kom seinni afturíaftur, men var tá skorið sundur í trý pettir. Løgreglan í Póllandi hevur tikið fimm menn. Teir eru skuldsettir fyri at hava tikið skeltið niður og fyri at hava skorið tað sundur, men polska løgreglan heldur, at tað var ein maður í Svøríki, sum legði atgerðina til rættis.