Svii skrivar um Føroyar

Birgitta Hylins stipendium 1999 fór til Per Olav Berg, sum skrivar serritgerð um Føroyar

Á fundi í januar í ár, gjørdi stýrið fyri Birgitta Hylin grunnin av, at Per Olov Berg fær Birgitta Hylins stipendium 1999. Hetta stendur at lesa í blaðnum Tíðindablaðnum, sum er limablað hjá felagnum Samfundet Sverige - Färöarna.

Per Olov Berg arbeiðir við at skriva eina serritgerð í evninum humanvistfrøði um Føroyar. Humanvistfrøði er ein tvørvísindalig grein og fatar um menniskjað og umstøður hennara. Per Olov Berg arbeiðir í ritgerðini sambært prinsippinum Umsorgan fyri jørðini.

Ritgerðin er býtt í trý. Tveir teir fyrstu partarnir, ið eru lidnir, eita ávikavist "Føroyska bóndasamfelagið" og "Føroyar frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag". Triði og seinasti parturin eitur "Hvørjar eru vistfrøðiligu og samfelagsligu møguleikarnir at forsyrgja Føroya fólk".

Í februar í ár fekk Fiskimannafelagið vitjan av Per Olov Berg, og tá stóð hetta at lesa í FF-blaðnum:

- Tað er altíð stuttligt at hitta útlendingar, sum hava áhuga fyri Føroyum, og hesir eru ikki altíð so fáir heldur. Fiskimannafelagið er so heppið, at fleiri útlendingar hava lagt leiðina fram við hjá okkum. Í summar vórðu vit so uppringdir av einum svia, Per Olov, sum segði seg vera lesandi. Hann skrivaði uppgávu um Føroyar og vildi fegin koma inn á skrivstovuna á Bryggjubakka at fáa nærri upplýsningar. Tá ið hann so saman við dóttir síni kom inn á gólvið, vísti tað seg, at studenturin var 78 ára gamal! Hann hevði verið lærari og var farin frá við eftirløn. Tá hevði hann valt at fara at lesa hægri lestur, og hann hevði valt í síni høvuðsupggávu at skriva um Føroyar".