Í Kekkia hava myndugleikarnir gjørt av at eftirlíka einari amerikanskari áheitan um at útflýggja Oussana Abdullah Kassir, sum sambært amerikanska ákæruvaldinum hevði eina yvirgangsvenjingarlegu í statinum Oregon í 1999. Tann 40 ára gamli Kassir er svenskur ríkisborgari, og amerikanararnir hava lovað, at hann kann fáa løgfrøðiliga hjálp úr Svøríki og Týsklandi, tá hann kemur fyri rættin. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa lívlangt fongsul.










