Sebastian Larsson og Samuel Holmén skutu málini, tá tað í gjár eydnaðist svium at vinna 2-1 á Ungarn. Fyri steðgin sat Svøríki á tí mesta, men tað eydnaðist ikki at skora móti væl stríðandi ungverjunum. Larsson og Holmén fingu tó frið á svensku nervarnar, og so bilti tað minni, at Gergely Rudult í yvirtíðini minkaði um munin til 2-1.










