Sviar vilja framvegis hava Assange

Svensku myndugleikarnir vilja ikki sleppa kravinum um at fáa WikiLeaks-stovnaran útflýgjgaðan.

Julian Assange noyðist framhaldandi ar fjala seg fyri løgregluni, tí býarrætturin í Stockholm staðfesti í dag, at WikiLeaks-stovnarin skal handtakast og latast svensku myndugleikunum til rættarsókn.

 

Tann 43 ára gamli Assange er skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti tveimum svenskum kvinnum fyri nøkrum árum síðani. Verti hansara segði í dag, at hann fer at kæra úrskurðin hjá býarrættinum. 

 

Tey bæði seinastu árini hevur Julian Assange fjalt seg á ekvadorsku sendistovuni í London fyri at sleppa undan at verða tikin og sendur til Svøríkis. Hann ber ótta fyri, at verður hann sendur til Svøríkis, fer USA at krevja hann útflýggjðaan haðani. Amerikonsku myndugleikarnir skuldseta hann fyri at hava almannakunngjørt fleiri túsund loynilig skjøl.