Í nøkur ár hevur kjak verið í Svøríki um at banna fartelefonir í undirvísiningini í svenska fólkaskúlanum. Nú kann hetta skjótt blíva til veruleika. Forboð um telefonir í undirvísingini eru partur av januaravtaluni hjá nýggju svensku stjórnini, skrivar Berlingske.
Í dag avger hvør einstakur skúli, í hvønn mun fartelefonir kunnu brúkast í undirvísingini. Men nú vil ein meiriluti í svenska ríkisdegnum hava eitt fullkomið bann av fartelefonum í undirvísingini. Endamálið við forboðnum er at fáa næmingarnar at hugsavna seg betur, avmarka happing og hevja virðingina fyri læraranum, sambært Sveriges Radio.
Fleiri av flokkunum meina, at tað skal vera upp til tann einstaka læraran og skúlaleiðsluna at gera av, hvat fyri fartelefonpolitikk mann hevur. Liberali flokkurin vil víðka forboðið til eisini at fevna um studentaskúlan, men full politisk semja er ikki um hetta enn.
Berlingske skrivar, at longu nú hava níggju út av tíggju fólkaskúlum í Stockholm gjørt av at banna fartelefonnýtslu í undirvísingini. Her skal mann avlevera telefonina, áðrenn undirvísingin byrjar.