Umleið 46.000 starvsfólk hjá 60 svenskum kommunum fóru í verkfall á midnátt sunnukvøldið.
Verkfallið ger, at barnagarðar og skúlar eru stongdir, eingin reingerð er á almennum skrivstovum, og rusksavningin er steðgað. Allar kommunalar ítróttar- og svimjihallir eru eisini stongdar. Samstundis ávara myndugleikarnir um, at verkfallið kann elva til trupulleikar við vatnveitingini, og í summum førum rakar verkfallið eisini heilsuverkið. Í gjár fóru 5.000 elektrikarar í samhugaverkfall.
Á seinasta semingsfundinum sunnudagin buðu kommunurnar sær til at lata heilsu- og røktarstarvsfólki og starvsfólkinum í barnagørðunum fimm prosent meiri í løn, men tað vildu fakfeløgini ikki góðtaka.









