Fimm skip, eitt flogfar og 50 mans stríðast við at fyribyrgja einari vanlukku, eftir at olja er rikin inn á land við Tjörn við svensku Kattegat-strondina. Jonas Berg, sum stendur fyri arbeiðinum, sigur við fjølmiðlarnar, at í dag hava tey tikið umleið 150 rúmmetrar av olju upp, og at tey hava tamarhald á støðuni. Kortini fer tað at taka eina viku ella so at fáa alt upp, sigur hann.
Oljan, sum er rikin inn at svensku strondini, stavar frá tilburðinum, tá eitt farmaskip og ein trolari stoyttu saman í Norðsjónum fyri meiri enn einari viku síðani. Óhappið hendi 20 fjórðingar vestan fyri Thyborøn, tá farmaskipið "Golden Trader", sum er skrásett á Malta, og belgiski trolarin "Vidar" stoyttu saman. Hol kom á farmaskipið, og olja rann út í sjógvin.









