Sviar standa saman um krabbaverkætlan

ES stuðlar eini krabbaverkætlan á vesturstrond Svøríkis við 4 milj. svenskum krónum. Royndir verða gjørdar bæði við traditionellum og nýggjum veiðiamboðum, og marknaðarkanningar og granskingararbeiði er ein partur av verkætlanini

Ráðstevna

Ein áhugaverdur partur av norðurlendsku ráðstevnuni um skeljar og skeljadjór, sum var í Norðurlandahúsinum og Mullers Pakkhúsi, 21.-23. november, snúði seg um krabbavinnu í Svøríki og Noregi. Tað vóru tær báðar, Anette Ungfors úr Svøríki og Astrid Woll úr Noregi, sum greiddu frá.

Veiða og gransking

Anette greiddi frá einari verkætlan við krabbanum, cancer pagurus, sum er taskukrabbin ? eisini nevndur "vestkystkrabben". Tað eru útróðrarmenn, sum fiska henda krabban, og royndir verða gjørdar bæði við traditionellum veiðiamboðum og nýggjum amboðum. Menning av veiðireiðskapi og framleiðslutólum uppi á landi eins og marknaðarkanningar og granskingararbeiði er ein partur av ætlanini.
Eini 130 tons av krabba verða veidd í sesongini, sum er frá juli til november, og í Svøríki meta tey, at taskukrabbin helst er størsta potentialið hjá útróðrarmonnum á vesturstrondini. Sviar innflyta eini 700 tons av krabba, og kundi ein partur av hesum í staðin verið veiddur av svenskum útróðrarmonnum, hevði hetta fingið stóran týdning fyri útróðrarvinnuna.
Krabbaveiðan er vanliga strævin, tí rúsurnar eru lutfalsliga stórar og tungar. Eru bátarnir ikki riggaðir til hesa veiði, kann arbeiðið umborð ganga útyvir menninar fysiskt.
Hetta kenna vit eisini frá royndunum, sum gjørdar eru við krabbaveiði undir Føroyum, hóast talan her hevur verið um størri skip enn vanligar útróðrarbátar.
Í Svøríki verður tí eisini arbeitt við at betra um umstøðurnar hjá útróðrarmonnunum, samstundis sum dentur verður lagdur á, at vinnan ger minst møguligan skaða á umhvørvið.
Krabbar, ið eru ov smáir ella ov rak, verða sleptir aftur í havið til tess at verja um stovnin.
Í projektinum leggja sviar eisini stóran dent á granskingararbeiði, har kynsbúning, gýting, merking og ferðing er ein partur av kanningararbeiðinum.
Hugt verður at, hvussu veksandi vinnulig veiða ávirkar stovnin.
Ein annar liður í granskingararbeiðinum snýr seg um marknaðin, har viðurskiftini ? bæði á heimamarknaðinum og útlendska marknaðinum ? verða kannaði og skrásett.

Gjøgnumlýsa krabba

Anette Ungfors vísti eisini myndir av einum tóli, sum sviar hava útvegað sær. Við hesum ber til at lýsa ígjøgnum hvønn einstakan krabba umborð á bátunum og soleiðis staðfesta, um nógvur ella lítil matur er í kjaftum og beinum. Endamálið við hesum er at síggja, um krabbin skal takast ella sleppast livandi í havið aftur. Somuleiðis hevur hetta tól, sum eisini kann brúkast í framleiðsluvinnuni á landi, týdning, tá ið krabbi verður seldur heilur. Er hann feitur, er neyvan nakar trupulleiki at senda hann heilan á marknaðin, men er hann rak, er tað hent við gjøgnumlýsingini.
Ilt kann vera at meta um, hvussu krabbin er ? bara við at hyggja at honum. Tað er ikki, fyrr enn tú framleiðir hann og sær, hvat er innaní kjaftum og beinum, at tú veitst, hvussu hann er til dygdar.
Tá ið Anette Ungfors var liðug við sína umrøðu, spurdi ein norðmaður, um tólið, sum lýsir ígjøgnum krabban, hevur nakran týdning fyri úrtøkuna. Hann segði, at í Noregi verður krabbi, sum verður útfluttur livandi, gjøgnumlýstur, men sum skilst, verður hetta ikki gjørt umborð á bátunum.
Ilt er ivaleyst at seta tøl á, hvønn týdning gjøgnumlýsingin hevur fyri sjálva úrtøkuna. Hinvegin er lítil meining í at drepa krabba, sum kortini einki kjøt er í ? og at senda ein "tóman" krabba út á marknaðin, er so slett eingin meining í.
ES hevur veitt svensku krabbaverkætlanini 4 milj. svenskar krónur í stuðli, men hetta metti Anette Ungfors ikki at vera nógmikið.