Svensku fjølmiðlarnir vilja nú hava at vita, um sviar, sum fáa hjáárin av koppingarevninum ímóti H1N1, kunnu krevja endurgjald frá fyritøkuni, sum hevur gjørt evnið. Spurningurin er íkomin, nú tað er komið fram, at danska stjórnin hevur gjørt avtalu við heilivágfyritøkuna Glaxo Smith Kline um, at danir kunnu ikki krevja endurgjald fyri møguligt hjáárin av koppingarevninum.
Svensku heilsumyndugleikarnir hava viðgingið, at ein partur av avtaluni við Glaxo Smith Kline er loyniligur, men nú krevja svensku fjølmiðlarnir, at tann loyniligi parturin verður almannakunngjørdur.










