Sviar skulu arbeiða til teir eru 75

Svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, sigur nú, at sviar mugu vera á arbeiðsmarknaðinum, sum teir fylla 75. Samstundis mælir hann arbeiðsgevarum til at vísa ein góðan vilja, tá fólk, sum eru eldri enn 55, søkja arbeiði.

-Arbeiðsgevararnir eiga at taka væl ímóti einum 55 ára gomlum, sum kemur og sigur, at hann ætlar sær at arbeiða, til hann fyllir 75. Tað er 20 ár, sigur Reinfeldt í samrøðu við Dagens Nyheter í dag.

Hann sigur, at um fólk arbeiða longri enn nú, fer tað at bera til at bera til at varðveita verandi vælferðarskipanir á sama grundarlagi sum nú.

Hagtølini vísa, at í 2010 vóru 7,8 prosent av teimum 65 ára gomlu og eldri virkin á arbeiðsmarknaðinum.