Sviar selja oyggjar

Tey, sum kunnu hugsa sær at njóta summarfrítíðina ella onkra aðra frítíð í svenska skergarðinum, hava nú høvi at keypa sær sína egnu oyggj har.

Ein svenskur grunnur hevur gjørt av at selja sín part av skergarðinum. Talan er um eitt øki á landi umframt 30 smáar oyggjar einar 60 kilometrar frá Stockholm. Prísurin fyri alt liggur einastaðni ímillum 15 og 20 milliónir danskar krónur. Tann, sum hevur hug at keypa, skal keypa í mninsta lagi ein triðing av økinum.

Svensk bløð skriva, at áhugin fyri økinum er stórur, og seinastu dagarnar nógv fólk í stuttleikabátum verið og hugt at oyggjunum. Sambært Jyllandspostinum hava fleiri danir summarhús í økinum, tí tað er bíligari at keypa sær eitt summarhús har enn eitt nú í Vesturjyllandi.