Sviar rættaðu ryggin

Eftir 30-28 sigur á Fraklandi hava sviar alla orsøk at iðra seg um kiksaran ímóti Póllandi

Eftir at tað var heilt tætt fyrstu trý korterini, so megnaðu sviar í kvøld ímóti Fraklandi rættiliga at rætta ryggin eftir eyðmýkingina í gjárkvøldið, tá Pólland við stórsigri sendi Svøríki úr stríðnum um heiðursmerkini. Tað iðra sviar seg um í kvøld, eftir at teir bláu og gula megnaðu at vinna 30-28 ímóti fronsku favotittunum. Um tað eisini í gjárkvøldið hevði endað við sigri, so hevði Svøríki havt góðan møguleika næstu dagarnar at spæla um heiðurskrónurnar.

Leingi gekk tað javnt á. Eftir 1. hálvleik var Frakland frammanfyri 16-14. Svøríki svaraði aftur stutt eftir steðgin, og so gekk tað javnt á, inntil tað restaði eitt korter. Frakland hevði fleiri av lyklaspælarunum á beinkinum, og eitt lítið samdøgur eftir, at Svøríki varð fullkomuliga eyðmýkt ímóti Kroatia, megnaði Svøríki at leggja seg framum við fýra málum. Frakland megnaði ikki at svara aftur, og so vann Svøríki sigurin, sum var so týdningarmikil fyri eftirmælið frá hesari kappingini og lagið, tá ið Svøríki skal fyrireika seg til HM undankappingina.

Fleiri av fronsku lyklaspælarunum sótu nógv á beinkinum í kvøld. Spurningurin er nú, um tað fer at órógva fyrireikingarnar upp undir hálvfinaluna ímóti Kroata ella Póllandi fríggjakvøldið, at tað ikki gekk nakað serligt í kvøld.