Sviar og norðmenn raðfesta fría ferðslu í náttúruni

Í nøkrum av grannalondum okkara er hvørmansrættur galdandi, sum gevur tær rættin at ferðast frítt allastaðni í náttúruni

Í Noregi og Svøríki hevur mann hvørmansrætt, sum loyvir tær at ganga næstan allastaðni í náttúruni, sum tær lystir. Tað merkir, at tær ikki nýtist at spyrja nakran um loyvi, tá tú ætlar tær ein túr í hagan. Men ábyrgd fylgir við. Treytin er, at tú vísir virðing fyri djóra- og plantulívi og fer væl við náttúruni, samstundis sum tú tekur atlit til ogn hjá øðrum. Grundleggjandi prinsippið er, at tú skalt vísa varsemi uttan at órógva ella oyðileggja. 

Tú kanst ganga har tú vilt og heinta alskyns ber, svampar og blómur, sum veksa í náttúruni, og sum ikki eru friðað. Tú kanst eisini fiska, har tú hevur hug, óansæð um tú hevur fiskiloyvi ella ikki. Fyri at veiða skalt tú tó hava serligt loyvi.

Einfaldar avmarkingar
Tað kunnu vera serlig undantøk í mun til gongu, tá tað umræður tjóðarparkir og friðað øki. Tað er sjálvsagt heldur ikki loyvt at ferðast í privatum havum hjá fólki. Tað eru eisini serligar avmarkingar til fólk á hestabaki, tí tað eru ikki allar kommunur, sum loyva ríðing á rásunum, og serliga ikki á økjum, har undirlagið ikki hóskar til tess.

Til ber at yvirnátta í telti á øki, sum hevur eina frástøðu á 150 metrar frá nærmasta byggilendi. Har eru narkar avmarkingar á ávísum økjum, og um tú vilt yvirnátta longur enn tvær nætur sama stað í Noregi, skalt tú spyrja eigaran um loyvi, um tað ikki er í fjøllunum ella eitt oyði stað. Í Svøríki skalt tú biðja um loyvi, um talan er um ein bólk, sum fer á legu, og annars er bara loyvt at yvirnátta í telti eina nátt uttan fráboðan til óðalsmann.

##med2##

Í Svøríki er loyvt at brenna bál, so leingi har ikki er vandi fyri eldsbruna. Av trygdarávum er ikki loyvt at brenna bál í Noregi millum 15. apríl og 15. september, og hetta skal fyriganga nærindis sjógv ella á góðkendum bálstað.

Partur av mentanararvinum
Hvørmansrætturin verður av nógvum roknaður sum ein týðandi partur av mentanararvinum í hesum skandinavisku londunum, umframt eitt tjóðarsúmbol. Náttúran er tað dýrabarasta, vit eiga, og júst hetta er ein av grundgevingunum hjá svium og norðmonnum um, at øll skullu hava rættin at ganga frítt í náttúruni. Men tað eru eisini tey, ið fílast at hvørmansrættinum og halda, at hetta er órógvandi fyri náttúru og djóralív.

Í Finnlandi er hvørmansrættur eisini, og líknandi rættindi hevur mann eisini í Skotlandi. Hvørmansrætturin er hvørki galdandi í Føroyum ella í Danmark.