Tað spældi alt annað enn friðarligt av, tá Ísland um vikuskiftið vann seg til OL í manshondbólti. Dysturin endaði við íslendskum sigri, men nú er spurningurin, um sviar fáa umdyst. Við støðuni 13-11 skoraði Svøríki, uttan at hetta málið nakran tíð kom á talvuna. Hetta hóast dómararnir góðkendu málið. – Vit gjørdu vart við hetta í steðginum, men dómararnir broyttu tó einki. Hetta kundi broytt úrslitið avgerandi, og vit krevja nýggjan dyst, sigur formaðurin í svenska hondbóltssambandinum, Arne Elovsson.










