Stýri fyri Nobel-grunnin í Svøríki er farið undir at kanna arbeiðsháttin hjá teirri norsku Nobel-nevndini, tí fleiri vilja vera við, at avgerðir hjá nevndini eru ikki í samsvari við testamentið hjá Alfred Nobel.
Norska Nobel-nevndin var fyri atfinningum, tá hon í 2009 gjørdi av at lata Barack Obama friðarheiðurslønina, stutt eftir at hann var vorðin forseti. Ein onnur avgerð, sum hevur verið fyri atfinningum, var, tá nevndin í 1973 gjørdi av at lata táverandi amerikanska uttanríkisráðharranum, Henry Kissinger, friðarheiðurslønina.
Fyrrverandi forsætisráðharrin og stórtingsformaðurin Thorbjørn Jagland (myndin) er formaður í norsku Nobel-nevndini. Fleiri halda, at hann er ov NATO-vinarligur, tá hann skal taka støðu til, hvør skal fáa friðarheiðurslønina.