Svensk bløð vilja vera við, at minst eitt fangaflogfar hjá CIA hevur millumlent í Svøríki. Tað skal nú kannast Svenska verjan fer nú at kanna upplýsingar um, at fleiri flogfør hjá almennum amerikonskum myndugleikum hava millumlent á svenskum flogvallum. Blaðið Expressen hevur skrivað, at minst eitt av flogførunum hevði fangar hjá CIA.
Ovastin fyri lógardeildini hjá svensku verjuni, Stefan Ryding-Berg, skal standa fyri kanningunum, sum skulu staðfesta, um CIA-flogfør við fangum hava millumlent í Svøríki.
Sambært Expressen hava flogfør í ørindum fyri CIA millumlent minst tríggjar ferðir á svenskum flogvallum. Stefan Ryding-Berg siger, at svenska verjan hevur upplýsigar um øll flogfør og hvat var í teimum.










