Sviar í øðini um sjónvarpið

Peter Jonsson hjá svenska sjónvarpinum spurdi áhaldandi Susanne Kallur um fall hennara, og tað hevur fingið øði í svensku hyggjararnar

OL

 

Ein av stóru svensku gullvónunum fall, tá Susanne Kallur datt um fyrstu gyrðingina í hálvfinaluni í 100 metra forðarenning fyri kvinnur.

Tárini fingu sjálvandi frítt at fara hjá 27 ára gomlu kvinnuni, sum hevur hetju-status í Svøríki, og tí fekk tað øði í hyggjararnar, tá Peter Jonsson hevði hug at spyrja dekan ov ofta “hvussu keðiligt hetta kendist”.

Síðani hetta hava lesarabrøvini móti sjónvarpsmanninum verið nógv í tali, og í flestum av hesum verður kravt, at maðurin verður sendir til hús her og nú.