Undan OL í London mundu tað vera fá, sum væntaðu, at tað svenska manslandsliðið í hondbólti fór at spæla seg í finaluna, men tað gjørdi liðið í dag.
Í einari sera spennandi hálvfinalu seinnapartin vann Svøríki 27-26 á Ungarn, sum varð mettur sum stórur favorittur at vinna dystin.
Hetta er fyrstu ferð í 10 ár, at Svøríki er í finaluni í einari av teimum stóru hondbóltskappingunum. Mótstøðuliðið í finaluni verður annaðhvørt Frakland ella Kroatia, sum spæla hálvfinalu í kvøld.