Svenski tjóðbankin hevur játtað svensku deildini av Kaupthing stórt lán Í Svøríki hevur tjóðbankin játtað at lata svensku deildini av íslendska bankanum Kaupthing fimm milliardir svenskar krónur í láni.
Sambært íslendsku fjølmiðlunum skulu pengarnir brúkast til at gjalda lán, sum svenska deildin hjá Kaupthingi hevur í Svøríki ella í Íslandi.
Svenski tjóðbankin sigur, at svenska deildin av Kaupthing hevur veitt veð fyri láninum úr tjóðbankanum.