Sviar halda lítið um føroyska avrikið

Skoðsmálið, sum føroyska kvinnulandsliðið fær, er, at tær ikki vildu spæla fótbólt

Føroysku kvinnurnar eru ikki illa nøgdar við, at tað hóskvøldið eydnaðist at sleppa av Gamla Ullevi við 5-0 tapi.

Sambært stóra svenska dagblaðnum Aftonbladet so er hugburðurin í svensku leguni, at avrikið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í HM undankappingardystinum í Gøteborg hóskvøldið hevði lítið við fótbóltsspæl at gera.

-Hetta var mest sum skemt alt, sum tað var. Tær vóru ikki áhugaðar í at spæla. Heldur snúði tað seg um at verja so aftarlaga á vøllinum, sum tað yvirhøvur bar til. Og tá tær so endiliga fingu fatur á bóltinum, so varpaðu tær hann so langt burtur, sum tær orkaðu.

Hetta er skoðsmálið, sum Johanna Almgren bar føroyska avrikinum. Hon er ein av teimum føstu á liðnum, men ímóti Føroyum var hon ikki við orsaka av skaða. Tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal, fór hon til hús.

-Eg orkaði ikki at hyggja meiri. Tað var als ikki áhugavert og undirhaldandi. Okkara skoraðu nøkur góð mál. Tað kendist sum um, at føroyska liðið var á vøllinum í 90 minuttir og vandi í at sparka bóltin burtur. Tær vildu ikki spæla, og mær tókti synd í teimum, var eirindarleysi svenski dómurin.

 

Føroysku spælararnir vóru ikki so misnøgdir við teirra egna avrik. Tær søgdu seg vera greiðar yvir, at mótstøðuliðið var eitt av teimum bestu í heiminum, og at tað tí galt um at binda so frægt fyri, sum tað bar til.

-Vit plaga ikki at spæla so verjukent. Men vit høvdu sæð, at tað  var sera torført hjá Svøríki at bróta ígjøgnum og skora mál ímóti Bosnia-Hersegovina, sum hevði mesta fólkið ógvuliga aftarlaga. Tað eydnaðist eisini hampuliga væl hjá okkum, og eg eri nøgd við, at vit ikki taptu við tíggju málum, var viðmerkingin hjá føroyska málverjanum Randi Wardum við Aftonbladet.

Føroyski liðformaðurin, Malena Josephsen, sigur, at umframt, at mótstøðuliðið var væl fyri, so vóru umstøðurnar alt annað enn góðar:

-Tað regnaði, og vøllurin var bæði hálur og óslættur. Tí tóku vit ongar kjansir. Tær høvdu nógvar møguleikar at skora mál, men ofta vóru tær óneyvar, og Randi var stinn í málinum. Vit harmast um, at onkur av málunum, sum tær fingu, vórðu góðkend. Brotssparkið, sum bar fyrsta málið við sær, átti ikki at havt verið dømt, tí Rannvá fekk bóltin á økslina og ikki armin. Tá ið tær skoraðu næsta málið, halda vit, at tær gjørdu fríspark ímóti Randi, og so var okkurt annað, tá ið vit kendu, at kroatiski dómarin ikki var við okkum.

Soleiðis sigur liðformaðurin, sum tó leggur aftrat, at eingin ivi var um, at Svøríki hevði uppiborið at vinna stóran sigur.

-Men vit varðveittu spælskipanina, sum gekk út upp á at verja, og tað eru vit fegnar yvir.

 

Tølini siga, at tað var stórur munur á. Føroyar høvdu onga roynd á málið og onga roynd við síðuna av málinum. Svøríki hevði fimtan royndir á málið og fimtan við síðuna av málinum. Føroyar høvdu einki hornaspark, og Svøríki hevði fimtan hornaspørk.

 

Svøríki-Føroyar 5-0 (4-0)

HM undankappingardystur á Gamla Ullevi í Göteborg hósdagin 31. oktober 2013 klokkan 19.00

1–0: Lotta Schelin br 12

2–0: Amanda Ilestedt 14.

3–0: Kosovare Asllani 18.

4–0: Lotta Schelin 30.

5–0: Jenny Hjohlman 59.

Dómari úr Kroatia: Mihaela Gurdon Basimamovic

Svøríki (4–1–3–2): Kristin Hammarström – Jessica Samuelsson, Nilla Fischer, Amanda Ilstedt, Antonia Göransson – Lisa Dahlkvist (Elin Rubensson, 61.) – Therese Sjögran, Caroline Seger, Marie Hammarström (Sofia Jakobsson, 46.) – Lotta Schelin, Kosovare Asllani (Jenny Hjohlman, 41.)

Føroyar (4–5–1): Randi Wardum – Sigrid Jacobsen, Malene Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Oddrún Danielsen (Sigrun Kristiansen, 90.) – Íðunn Magnussen (Olga Kristina Hansen, 76.), Ansy Sevdal, Anna Brimnes, Fríðrún Danielsen, Rannvá B. Andreasen (Lív Arge, 84.) – Heidi Sevdal

Gult kort: Heidi Sevdal, Rannvá Andreasen

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Bjarta O. Johansen, Laila Pætursdóttir, Annika Petersen, Eyðvør Klakstein

Venjari: Jón Pauli Olsen

Hjálparvenjari: Aleksandar Djordjevic

 

mynd: Føroyska kvinnulandsliðið undan dystarbyrjan á Gamla Ullevi í Göteborg.