Sviar gjørdust ov stuttir

Svøríki fylgdi annars rímiliga væl við í fyrra hálvleiki, og var ongantíð meiri enn trý mál aftan fyri. Í hálvleikinum gjørdist tað so til tey trý málini, men beinanvegin í seinna hálvleiki streyk Frakland upp á 18-12.

 

Svøríki kom upp á 18-13 og hevði ein risamøguleika at minka meira um munin, men einsamalli svenski leikarin smekkaði bóltin í gólvið og síðani yvir mál.

 

Við somu støðuna bjargaði svenski málverjin einum brotskasti í undirtali, og Svøríki kundi tí havt hálað rættiliga inn á Frakland.

 

Ein av heilt stóru trupulleikunum hjá svium var, at teir megnaðu ikki at halda bummsterka franska strikuleikaranum, Berthrand Gille.

 

Svøríki kom tó eitt sindur fyri seg mitt í hálvleikinum, tá teir komu frá 17-24 upp á 20-24. Og síðani komu svensku vertirnir enn nærri tá støðan gjørdist 23-25.

 

Tað varð so eisini tað, at fraklendingarnir fóru avstað við sigrinum upp á 29-26 og harvið eisini finaluplássinum. Spurningurin er so, hvør skal møta Fraklandi í finaluni, Danmark ella Spania. Tað verður avgjørt seinni í kvøld.