Sviar eru nøgdir

Sviar eru nøgdir við sítt lutakast til HM-undankappingina. Svøríki kom millum annað í bólk saman við Danmark og Portugal.

- Lutakastið kundi verið verri, men tað kundi eisini verið eitt sindur betur. Eg rokni serliga við, at dystirnir ímóti Danmark og Portugal verða truplir, sigur landsliðsspælarin Daniel Andersson.

- Eg rokni eisini við, at útidysturin ímóti Ungarn verður trupul, men hetta er ein bólkur, sum vit eiga at koma víðari frá, sigur hann.