Sviar eiga flestu av dýrastu krónunum

Øll liðini í hálvfinaluni uttan Spania hava áður vunnið gull í EM í hondbólti

Seinnapartin í dag verður farið undir endaspurtin í EM kappingini í hondbólti.

Undan fyrru hálvfinaluni fara vertirnir úr Kroatia at siga farvæl í uppgerð um fimta plássið ímóti Tjekkia. Tað verður longu klokkan 14.30.

 

Fyrra hálvfinalan verður klokkan 17.00. Talan er um grannauppgerð millum Frakland og Spania. Meðan Frakland hevur vunnið gull í EM kappingini tríggjar ferðir – í 2006, 2010 og 2014 – so hevur Spania ongantíð vunnið EM kappingina.

Síðani tað í 1994 varð farið undir EM kappingina, hevur Spania verið fýra ferðir í finaluni, og í øllum fýra førunum eru spaniólar farnir til hús við silvurkrónunum – í 1996, 1998, 2006 og 2016.

 

Klokkan 19.30 verður seinna hálvfinalan. Tá verður tað grannauppgerð millum Danmark og Svøríki. Svøríki hevur vunnið gull í EM fleiri ferðir enn nakar annar. Sviar hava vunnið finaluna fýra ferðir - í 1994, 1998, 2000 og 2002.

Danmark hevur vunnið EM tvær ferðir – í 2008 og 2012.

 

Punktum verður sett fyri EM endaspælið sunnudagin. Bronsudysturin verður klokkan 17, og finalan verður klokkan 19.30.

 

EM í hondbólti fyri menn

Ár

Vertur

Gull

Silvur

Brunsa

1994

Portugal

Svøríki

Russland

Kroatia

1996

Spania

Russland

Spania

Jugoslavia

1998

Italia

Svøríki

Spania

Týskland

2000

Kroatia

Svøríki

Russland

Spania

2002

Svøríki

Svøríki

Týskland

Danmark

2004

Slovenia

Týskland

Slovenia

Danmark

2006

Sveis

Frakland

Spania

Danmark

2008

Noreg

Danmark

Kroatia

Frakland

2010

Eysturríki

Frakland

Kroatia

Ísland

2012

Serbia

Danmark

Serbia

Kroatia

2014

Danmark

Frakland

Danmark

Spania

2016

Polen

Týskland

Spania

Kroatia

2018

Kroatia