Sviar bjóða av í Ishøj

Talan verður helst um størstu regattuna, sum higartil hevur verið í Ishøj, tá Færø-regatta 2005 verður á skránni

Regatta

Í ár er tað nevnliga so, at Køge bugt Strandpart ? har regattan verður hildin ? hevur 25 ár á baki, og tí hevur kommanan í Keypmannahavn eisini fleiri tiltøk á skránni. Í Róðrarfelagnum Neystið vóru tey skjót at taka av hesum møguleikanum, soleiðis at eyka fokus kundi fáast á árliga tiltakið, har føroysk mentan í breiðum høpi er við til at seta dagsskránna.

Sviar bjóða av
Og tað eru ikki bara danir, sum hava sýnt tiltakinum ans. Sviar hava boðað frá, at teir í ár ætla sær at taka lut í kappróðrinum, og at føroyingar tí als ikki skulu kenna seg ov tryggar í hesum. Heldur ikki, hóast talan er um kappróður í føroyskum bátum. Nakað sum veteranarnir úr Havnar Róðrarfelag tó helst eru rúkandi ósamdir í. Teir hava aftur í ár boðað frá luttøku, og sum vant, so er tað við sigrinum fyri eyga, at teir fara undir róðurin, skilst.

Magni ger comeback
Um sjálva skránna er annars at siga, at hon í ár er sera fjølbroytt. Lagt verður fyri longu fríggjadagin, tá Guðrun Sólja Jacobsen og Showmenn fara at undirhalda í tjaldinum, sum er sett upp, og fyrireikararnir rokna við, at tað longu tá verður nógv fólk savnað.
Leygardagin verður so farið undir sjálvt regatta-tiltakið. Har verður talan um listaframsýning og skrúðgongur, og eftir skrúðgonguna verður tað danski innlendismálaráðharrin, Lars Lykke Rasmussen, sum fer at seta stevnuna.
Sjálvur kappróðurin er á skránni kl. 14, og at siga frá hesum er gjørt rúm fyri einum stuttum come-back í frásøguleiklutin til stjóran í Atlantic Airways, Magna Arge.
Síðani gongur dagurin sína vanligu leið, og um kvøldið verður so dansur, sum á midnátt verður avbrotin av midnáttarsangi, soleiðis sum tey flestu kenna tað frá ólavsøkuni.
Heilt endalig er skráin ikki enn, men sum skilst, so verður talan um rættiligt familjutiltak. Skattajagt, andlitsmáling og ítriv av ymsum slag verða á skránni til børnini. Á heimasíðuni, www.neystid.dk, ber annars til at frætta meira um tiltakið, so hvørt sum fyrireikingarnar gerast meira endaligar.