Sviar bastu onglendingum

Ovara vøllur í Gundadali legði seinnapartin í gjár gras til uppgerðina millum Ongland og Svøríki. Talan var um eina undirhaldandi og málríka uppgerð, har tað stóð á jøvnum til allar seinasta minutt.

Moses Barnett legði Ongland á odda, tá sjey minuttir vóru spældir. Sviar javnaðu eitt korter seinni, tá Jakob Johansson setti bóltin í netið.
Ongland yvirtók skjótt leiðsluna aftur, tá Rhys Murphy skoraði til 2-1. Hetta var í 29. minutti, men longu í 31. minutti javnaði Ivo Pekalski aftur fyri Svøríki.
2-2 sá eisini út til at verða endaliga úrslitið, tí tá farið var undir seinasta minuttin stóð framvegis á jøvnum.
Men so var tað, at Adam Smith og Jack Ainsley skoraðu hvør sítt mál beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, og harvið gjørdist endaliga úrslitið 4-2 til Ongland.