Sviar ala tosk

Toskaaling

 

Fyri fyrstu ferð fara sviar nú at ala tosk.

Ætlanin er at fara undir toskaaling har suðuri við Skåne-strondina í Svøríki.

Sambært svenskum sjónvarpi er toskur eitt av truplastu fiskasløgunum at ala, tí fiskurin helst skal hava æti at eta, til hann er vorðin 5 sentimetrar langur.

Í svenskum sjónvarpi verður annars vísti til góðu royndirnar, sum norðmenn hava av at ala tosk.