Í Svøríki er Carl Gustaf kongur rættiliga komin í andglettin, eftir at hann á einari vitjan í Brunei rósti sultaninum fyri at hava skipað landið sum eitt opið samfelag.
Orðini hava vakt stóran ans í Svøríki, tí Brunei verður roknað sum eitt einaræði, har kvinnur eingi rættindi hava, og har talifrælsið, átrúnaðarfrælsið og pressufrælsið eru sera avmarkað. Ákoyringarnar ímóti kongi vóru so ógvusligar, at Carl Gustaf kendi seg noyddan at biðja um umbering fyri tað, sum hann hevði sagt.
Men allir sviar eru ikki nøgdir. Summir halda, at kongur eigur at leggja frá sær, og tey, sum framman undan halda lítið um kongsveldið, mæla nú til, at Svøríki verður skipað sum eitt lýðveldi við einum forseta. Aðrir politikarar halda, at kongurin hevur lagt seg út í nøkur viðurskifti, sum hann ikki eigur at taka upp á tunguna.