SvF var ikki har

Øssur Winthereig,

tíðindastjóri

Sjónvarp Føroya


 

Tordur Niclasen spyr sera rámandi, hvar SvF var tá svimjigenturnar komu aftur frá EM-kapping í Stokhólmi. Og eg má við skomm svara, at vit ikki vóru til staðar ? hvørki í Havn ella á Eiði. Onki stuttligt er at skriva hesar reglur, tí sjálvandi átti SvF eisini at tikið móti gentunum.

 

Undanførslur leggur eingin í.