SVF spælt totalt falitt

   

Jón Tyril


Eftir drúgt kjak um fjølmiðlasið og ábyrgdina hjá fjølmiðlum osfr. í kjalarvørrinum av bókini "skjót journalistin" sær tað út til at støðið fyri føroyskar fjølmiðlar, ella rættari Sjónvarp Føroya, er lægri enn nakrantíð.
Eitt er, at kjakið verður drigið niður á petitessur og detaljur, og tey stóru málini verða kámað burtur, at alt verður stýrt við stoppuri, og at fremsta uppgáva vertsins sær út til at vera at ørkymla tey frammøttu valevnini mest møguligt og gera tey ótrygg. Men tað sum undrar meg mest við øllum er, at tann mest politiskt løddi journalisturin í Føroyum í løtuni, Øssur Winthereig ? annar av høvundunum til bókina, sum beinleiðis var orsøkin til at samgongan slitnaði og at vit fingu eitt nýval ? er settur at stýra tí kanska týdningarmesta partinum av valstríðnum, nevniliga sjónvarpskjakinum. At leiðslan í SvF ikki sær vandan í hesum er himmalrópandi kritikkleyst. SVF hevur gjørt óhepnasta valið, sum yvirhøvur var møguligt, tá teir valdu vertin til politiska kjakið.Eftir at hava sæð undanfarnu sendingar eri eg farin at seta mær sjálvum spurningin: Hvørja dagsskrá hevur Øssur, ella møguliga SvF? Er tað stutthugsan ella er tað tilætlað? Sær SvF ongan trupulleika við at hava júst hendan journalistin at stýra júst hesum kjakinum? Eg haldi hesir spurningar krevja svar. (Øssur hevur sum so ongan lut í ónøgdini, tað er SvF, sum hevur sett hann).