SvF slapp ikki í part

Svimjisambandið noktaði SvF atgongd til FM-finalurnar. At enda slapp myndatólið inn, men Sjónvarpið fekk einans samrøðu við formannin í Svimjisambandinum

Svimjing

 

Sum nakað nýtt hevði Svimjisambandið undan ársins útgávu av FM-finalunum valt at gera samstarvsavtalu við Rás1 hjá Televarpinum, sum sendi beinleiðis frá øllum svimjifinalunum um vikuskiftið.

Tann luturin hevur annars ligið hjá Sjónvarpinum, men har høvdu tey hesa ferð valt svimjingina frá. Bæði tí Sjónvarpið í ár hevur sent beinleiðis frá øðrum ítróttatiltøkum, og tí tað eisini er avmarkað, hvussu stór framleiðsluorskan hjá Sjónvarpinum er.

Sjónvarpið ætlaði tó at gera innsløg frá FM-kappingini í svimjing, men tey komu á læstar dyr í Svimjihøllini, váttar Øssur Winthereig, tíðindaleiðari hjá SvF.

- Eg vóni og haldi, at talan fyrst og fremst byggir á eina misskiljing. Okkum stóð aftur í ár í boði at senda frá svimjingini, men vit settu okkum ikki førar fyri hesum. Vit hava annars sent frá øllum FM-finalunum seinastu 10 árini ella so, men í ár valdu vit hetta frá. Ikki minst tí tað er avmarkað, hvussu ofta vit kunnu krevja av okkara fólkum, at tey skulu framleiða beinleiðis sjónvarp um vikuskiftið.

- Vit ætlaðu tó sjálvandi at gera innsløg úr Gundadali, men í fyrstu syftu noktaðu tey í Svimjisambandinum fyri, at okkara fólk skuldu koma inn. Eftir at hava tosað nakað aftur og fram fingu vit tó loyva at koma inn, og vit hava upptøkur frá sjálvari kappingini. Men vit fingu tó ikki loyvi at gera samrøður við svimjararnar, og tað halda vit vera stórt spell, sigur Øssur Winthereig.