SVF sendur X-Factor finalu

Tá Jógvan Hansen í kvøld fer at kappast um at gerast vinnari í mest eftirhugdu sending í íslendskum sjónvarpi, sangkappingini X-Factor, sleppa føroyingar eisini at fylgja við. Sjónvarp Føroya hevur avgjørt at senda íslendsku finaluna í X-Factor í samstarvi við íslendsku sjónvarpsrásina Støð 2. Sendingin verður send kl. 21.30 okkara tíð.

 

X-Factor hevur gjørt Jógvan til eitt kent andlit í Íslandi, og serliga millum konufólkini er Jógvan vorðin eitt sera vælumtókt andlit.

 

Jógvan er millum føroyingar kendur, sum góða songrøddin í Aria og Kularrótum. Men tað er ikki tí, at Jógvan heldur, at hann er besta songrødd í Íslandi, at hann luttekur í X-Factor. Hann varð meldaður til, av tveimum vinkonum, ið sjálvar eisini meldaðu seg til. Stuttligt er, at tá Jógvan í kvøld fer á pallin í finaluni verður tað í kappingin móti júst teimum báðum vinkonunum, ið meldaðu hann til. Tær luttaka sum duet og rópa seg Hara.

 

Eisini føroyingar í Íslandi gera okkurt serligt burtur úr kvøldinum, og fara í kvøld at savnast á Sjómansheiminum Ørkini, har møguligt verður at fylgja finaluni í sangkappingni X-Factor á stórskíggja.