SvF sendir beinleiðis

Sjónvarpið fer aftur í ár at senda beinleiðis frá steypafinalunum í hondbólti.

Finalurnar verða spældar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin. Sjónvarpið sendi kvinnufinaluna frá kl. 14.45, og frá kl. 16.45 er mansfinalan á skránni. Hjá kvinnunum eru tað Stjørnan og Neistin, sum spæla, og hjá monnunum er finalan ímillum StÍF og VÍF.