SvF sendir

Møguleiki er at síggja landsdystirnar í sjónvarpi, men talan verður ikki um beinleiðis sendingar

 

Sjónvarp


Sjónvarpið sendir teir báðar landsdystirnar móti Sveis og Jugoslavia, men talar verður ikki um beinleiðis sendingar. Ístaðin verða dystirnir sendir forskotnir, tí mett verður, at beinleiðis sendingar hava negativa ávirkan á áskoðaratalið, og skal SvF tá rinda eina upphædd, sum verður mett at svara til teir áskoðarar, sum heldur velja at sita heima og hyggja. Ein upphædd, sum kann gerast heilt stór, um talan er um fáar áskoðarar.

SvF hevur tó alla útgerð á staðnum, tí teir framleiða dystin fyri sveisiska sjónvarpið, og tí er eingin trupulleiki at senda dystirnar forskotnar. Avtalan millum SvF og FSF staðfestir, at um dystir verða sendir forskotnir, kann sendingin byrja ein tíma eftir dystarlok, og verður tí sent leygarkvøldið kl. 22.00 og mikukvøldið kl. 21.00.