Svf bussurin var hjartað í myndaframleiðslu og hevði eisini leiðsluna um hendi viðvíkjandi hvør skuldi á og av nær leygarkvøldið. T.d. stýrdu teir eisini Jákupi Magnussen, frásøgumanni.
Á kommunuvalinum fyri 8 árum síðani sendi Svf beinleiðis úr Suðuroynni. Síðani er tað ikki hent.
Men nú hevur Svf fingið hendur á tøkni, sum ger tað møguligt at senda beinleiðis og tað gjørdi Svf um vikuskiftið. Høvið var prix semifinalan í Trongisvági, men eisini onnur innsløg og sendingar hava verið beinleiðis, t.d. kjak og Mentanartíðindi.
Bæði Úf og Svf høvdu riggað sendiútgerð og sendibussar til uttanfyri høllina á Tvøroyri. Hetta er samstundis fyrsta prixumfar hesaferð, sum er beinleiðis í Svf, tí hini hava bert verið at sæð á netinum.
Men sambært tøkningunum í Svf bussinum leygarkvøldið, so er enn nakað á mál, innan tað eru nøktnadi umstøður tøkniliga at arbeiðia undir, hóast tað í dag ber til at senda beinleiðis.
- Tá vit fyri 8 árum síðani sendu beinleiðis frá kommunuvalinum, so høvdu vit 800 telefonlinjur. Nú hava vit eina og alt er digitalt komprimerað. Men góðskan er ikki hin allar besta, tí møguleiki er bert fyri at senda við 2 megabitt og 4 hevði verið betur og 8 er ysnkilgt. Vit hava lænt tveir kassar, sum senda og móttaka. Hetta er útgerð, ið kostar eini 170.000 krónur. Fyribils er hetta lænt, men kanska hon veður keypt, søgdu tøkngingarnir í Svf bussinum vónríkir leygarkvøldið; Bjarnheðin í Hoyvík, Rúni Kjær og Herluf Sørensen.