SvF kann

Sjónvarp Føroya hevði kunnað staðið fyri upptøku og framleiðslu av dystinum millum Føroyar og Frakland

FÓTBÓLTUR Í SVF
 
Men tá aðrar kreftir vildu hava eina størri framleiðslu, noyddist SvF at geva skarvin yvir.
-Eg haldi, at tað vóru fransmenn, sum vildu hava eina størri framleiðslu við níggju myndatólum ístaðin fyri teimum seks, sum vit hava til taks, sigur Carsten M. Arnskov, virkandi tøknileiðari í SvF.
Nú er DR komið upp í leikin við síni útgerð. Teir fara at framleiða dystin fyri Sport Five, sum Sjónvarp Føroya annars ætlandi skuldi og kundi gera.
Hetta merkir tó ikki, at føroyski hyggjarin skal verða fótbóltin fyriuttan henda mikudagin, tá fransmenn inntaka Tórsvøll. Sjónvarp Føroya byrjar at senda klokkan 16:30 við teirri egnu framleiðslu kring vøllin.
Tá dysturin verður floytaður ígongd klokkan 17:00, byrjar DR-framleiðslan at streyma inn í føroysku stovurnar, men í hálvleikinum er føroysk framleiðsla aftur á skránni.
Tá annar hálvleikur byrjar, fær føroyingurin aftur DR-framleiðslu inn í stovuna ? men við føroyskari rødd.