Sjónvarpið hjá Kringvarpinum hevur fylgt føroyska stripparanum Victoriu Wild til arbeiðis. Sending um hana verður at síggja í Sjónvarpinum í aðru viku. Í nøkur ár hevur føroyska Victoria Wild arbeitt sum strippari í Danmark, og í fjørsummar var hon í Føroyum og undirhelt. Hon strippaði á náttklubba í Havn og brúkti millum annað føroyska tjóðarbúnan í sínum showi.
Tá segði Victoria Wild soleiðis við Sosialin um at strippa í føroyskum búna:
- Síðani eg byrjaði at strippa, havi eg havt eina ætlan um, at eg fara til Føroya at strippa í føroyskum klæðum. Fýra ár seinni er tað veruleiki. Eitt ella annað stað eri eg nokk so stolt av at verða føroyingur, og eg eri ikki flov at verða strippari. Tað kann verða, at fólk taka hetta illa upp, men eg síggi einki galið við tí. Hvat er galið við einum flottum, naknum kvinnukroppi í føroyskum klæðum,
Sjónvarpið fylgdi Victoriu Wild til arbeiðis í Føroyum, og Sjónvarpið hevur eisini gjørt upptøkur við henni í Danmark.
Sending um Victoriu Wild verður at síggja í SvF hóskvøldið 20. januar.