John Johannessen
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
mentanarnevndin
??????????????
Ein demokratisering av sjónvarpsnetinum. Soleiðis havi eg valt at kalla mítt uppskot til eitt framtíðar føroyskt sjónvarpstilboð. Hetta uppskot er ikki viðgjørt formelt í samgonguni, men havi kortini nevnt tað nakrar ferðir fyri landsstýrismanninum í mentamálum.
Uppskotið kann kallast ein demokratisering, tí tað skapar møguleika fyri, at hyggjarin sjálvur kann vera við til at framleiða tilfarið á føroysku rásini og sleppur sjálvur at velja ímillum tilfarið frá hinum norður-lendsku rásunum.
Hetta krevur, at sjónvarpsdeildin hjá nýggja kringvarpsstovninum fær tillutaðar fimm rásir á einum digitalum sendineti. Slíkt sendinet hevur Føroya Tele útbygt í meginpartinum av landinum við 25 rásum, og netið verður støðugt útbygt. Tískil skuldið borið til at fingið fatur á fimm av hesum rásum til framtíðar føroyska sjónvarpið.
Í øllum førum verður neyðugt at útvega Sjónvarpinum nýtt sendinet. Gamla sendinetið er niðurslitið og í vanda fyri at slóka hvørja løtu. Tí er bara at vóna, at landsstýrismaðurin í mentamálum og landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum umsitur sendinetið, megnað at finna semju um bíligastu loysnina: at geva almennu miðlunum fullan ræðisrætt á fimm av rásunum á verandi neti.
Rás 1 - bert føroyskt
Men hvat skulu hesar fimm rásirnar so brúkast til? Jú, eftir mínum tykki eiga vit at skipa nýggja Sjónvarpið soleiðis, at tað hevur eina primera rás, har bert føroyskt tilfar verður sent. Haldi, at vit eiga at miða ímóti, at almenna sjónvarið megnar at framleiða umleið 3 tímar av føroyskum tilfari til hvønn dag. Hetta skal sjálvsagt vera sjónvarp við professionellari dygd og sum uppfyllir Public Service skyldurnar, sum eru ásettar í Kringvarpslógini.
Síðani hava vit 21 tímar eftir av samdøgrinum, har almenna sjónvarpsdeildin ikki sjálv megnar at senda. Hesar tímarnar eiga vit at lata upp fyri privatum áhugabólkum, soleiðis at ein og hvør kann senda sítt egna sjónvarpstilfar á almenna sjónvarpsnetinum við at uppfylla ávísar treytir. Treytirnar eiga millum annað at vera, at tilfarið er reint føroyskt og at ávísur persónur í hvørjum einstakum áhugabólki ábyrgdast fyri, at tilfarið er borðbart og at landsins lógir verða hildnar. Kortini skal tað ikki setast sum treyt, at hetta tilfarið uppfyllir Pub-lic Service skyldurnar.
Við hesum hevði borið til at fingið eina føroyska rás burturav, har ein partur var professionelt framleitt sjónvarp frá almenna Kringvarpsstovninum og ein annar partur var tilfar frá ítróttarfeløgum, samkomum, ungdómsbólkum og øðrum áhugaðum. Sostatt ein almenn Public Service rás, har fólkið eisini slapp framat við sínum tilfari undir skipaðum viðurskiftum.
Norðurlendskt sjálvtøkuborð
Sjónvarp Føroya, sum vit kenna tað í dag, er umframt Dag og Viku og nakrar fáar sendingar afturat í høvuðsheitum ein stovnur, sum velur tað besta burtur úr skránni hjá hinum norðurlendsku sjónvarpsrásunum og sendir tað víðari til føroyingar at hyggja at. Grundarlagið er tikið und-an hesum modelli, nú Tele-varpið kann bjóða danska sjónvarpið beinleiðis fyri bíligan penga. Hetta váttaði sjónvarpsstjórin eisini í sendingini Føroyar í dag týskvøldið.
Við fýra norðurlendskum rásum afturat føroysku rásini, hevði Sjónvarpið megnað at yvirlivað kappingina frá Televarpinum, og hyggjararnir høvdu havt møguleikan sjálvir at valt frítt ímillum norðurlendska tilfarið út grannalondum okkara. Høvdu vit DR á rás 2, RUV á rás 3, NRK á rás 4 og SVT á rás 5 hjá almenna føroyska sjónvarpinum, hevði hetta styrkt um norðurlendska samleikan, uttan at oyðileggja tað føroyska sjónvarpið, tí føroyska tilfarið hevði framvegis verið á rás 1. Samstundis høvdu vit fingið eitt nógv meira spennandi og fjøltáttað alment sjónvarpstilboð til føroysku hyggjararnar.
Sum eg skilti á Sjónvarpsstjóranum í útvarpssendingini, heldur hann eisini, at hetta er einasti gongda leið fyri eitt framtíðar sjónvarp. Tí er at vóna, at breið politisk semja sum skjótast fæst, um at skipa almenna føroyska sjónvarpið á henda hátt.