SvF
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Sjónvarp Føroya hevur kunngjørt sína ársfrágreiðing fyri 2003. Føroya Løgting gjørdi av at strika játtanina til tøkniíløgur, og Sjónvarpið sigur í frágreiðingini, at tað ?helst verður noytt at fíggja hesar íløgur um raksturin.?
Harumframt verður sagt, at ?støðan viðvíkjandi framtíðini hjá SvF er enn líka óavklárlað, sum hon var, tá núverandi leiðsla tók við í august 2001. Eingin politisk avgerð er tikin, og einki politiskt kjak hevur verið um framtíðarstøðuna og uppgávurnar hjá einum almennum føroyskum sjónvarpið?
Minni føroyskt
?Politiski myndugleikin má tí taka støðu til, um vit skulu hava eitt sjónvarp, sum skal dúva upp á teir umleið 8 tímarnar av føroyskum tilfari um vikuna, sum kunnu framleiðast við verandi fíggjarorku, ellu um vit skulu hava eitt føroyskt sjónvarp við eini munagóðari skrá, ið er sett saman av føroyskum tilfari og útlendskum sendingum, sum eru týddar til føroyskt.?
Undarligt
- Eg haldi, at tað er eitt sindur undarligt at koma við einum politiskum boðskapi í einari ársfrágreiðing. Eg ætli mær at taka ein fund við sjónvarpsstjóran um hetta málið. Tað stendur í samgonguskjalinum, at vit skulu endurskoða kringvarpslógina, og tað verður arbeitt við hasum økinum. Tað verður viðgjørt, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.
Fólksliga kravið
Sjónvarp Føroya skrivar í frágreiðingini, at tað var ?ikki gjørligt at standa ímóti fólksliga og politiska kravinum um, at tann stóra økingin í hyggjaragjaldinum skuldi síggjast aftur í øktum tali av tímum á skýggjanum.?
Men nú røkist alt fyri, at føroyingar fáa minni føroyskt tilfar, um onki verður gjørt frá politiskari síðu. SvF sigur, at virksemið hjá Sjónvarpinum komandi ár verður minni enn tað var, áðrenn SvF gjørdi av at hækka sjónvarpsgjaldið. Tað vil siga minni fyri meir.
Ikki meir
- Tað er klárt, at tað er ein alvorligur boðskapur. Men eg ivist í, um tað er so ógvusligt. Eg dugi ikki at síggja, at vit fáa skaffað Sjónvarpinum meira pengar í løtuni, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.
Yvirskotið hjá Sjónvarpi Føroya í 2003 gjørdist kr. 179.000. Næstan 98 % av hesum skuldi Sjónvarp Føroya gjalda til landskassan. Tískil varð veruliga yvirskotið hjá SVF kr. 4.000.
- Tað er ongin ivi um, at Sjónvarpið má liva við teimum pengunum, sum teir hava. Um tað verður minni sjónvarp, tað dugi eg ikki at taka støðu til, sigur Jógvan á Lakjuni.