Sverri varð ov stuttur

Sverri Nielsen megnaði ikki at rógva seg í semifinaluna.

Sverri Nielsen, sum í hesum døgum rør í HM í Hollandi, gjørdist ov stuttur í kvartfinaluni.

 

Hann byrjaði væl, og lá nummar tvey eftir 500 metrar, men byrjaði síðani at dragna. Næstu 500 metrarnar hevði hann einans fimtbestu tíð og datt niður á triðja pláss, og seinastu túsund metrarnar helt ringa gongdin á. Tá avtornaði, endaði Sverri Nielsen nummar fimm av teimum seks rógvarunum í hansara riðili.

 

Við hesum megnaði Sverri Nielsen tíverri ikki at náa egna máli sínum. Við mittfo.dk segði hann undan kappingini, at hann vónaði at enda millum 12 teir bestu. Fyri at náa hesum málinum, mátti hann náa semifinaluna, men tað megnaði hann tíverri ikki.

 

Men sum hann sjávur segði:

- Eg eri ungur enn, og eg kann mennast nógv og havi vónandi nógv heimsmeistaraskap fyri framman. Málið er heilt vist at verða millum teir allarbestu um nøkur ár, segði hann við mittfo.dk

 

Úrslitið ber við sær, at Sverri Nielsen skal rógva aftur í morgin. Hann skal nú kappast um plássini frá nummar 13 til 24. Fyrri riðilin rør klokkan 09:54, meðan seinni riðilin rør klokkan 10:01. Tríggir teir bestu úr hvørjum riðili skulu leygardagin rógva um plássini 13 til 18, meðan hinir seks skulu rógva um plássini 19 til 24. Hesir róðrarnir eru altso leygardagin klokkan 08:44 fyri teir verru og klokkan 09:19 fyri teir betru.