Føroyski Sverri Sandberg Nielsen vann í dag HM-silvur, tá ið hann í HM-finaluni í singlescullara í Linz, Eysturríki, kom næstur á mál beint aftanfyri gullvinnaran.
Sverri kom á mál í tíðini 06:44.580, og tað var sera tætt við gullvinnaran, týska Oliver Zeidler, sum hevði TÍðina 06:44.550. Bronsuna vann norski Kjetil Borch - hann var eisini beint í hølunum og hevði tíðina 06:44.840.
Sverri lá til at vinna heiðursmerki allan vegin, meðan Oliver Zeidler, ið eina løtu lá nummar fýra, hevði ein framúr góðan endaspurt.
Silvurheiðursmerkið hjá Sverra er tað fyrsta, sum Danmark vinnur í singlescullaranum.
25 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen hevur longu róð seg til OL í Tokyo næsta summar, har tað eisini verða settar heiðursmerkjavónir til hann.