Tað gekk aftur í dag sum eftir ánni, tá ið Sverri Nielsen róði kapp í Luzern í Sveis.
Í dag var hálvfinalan á skránni, og aftur í dag vant Sverri Nielsen úr Miðvági burtur úr øllum avbjóðarunum.
Hann róði 2000 metra teinin í tíðini 7:03.18. Honum næstur var Týskland í tíðini 7:03.93, og á triðja plássi endaði Finnland í tíðini 7:04.68. Hinir luttakararnir vóru Sveis 7:08.61, Slovakia 7:12.17 og Bulgaria 7:13.12.
Føroyar, Týskland og Finnland halda fram í finaluni, sum verður klokkan 15.10.
Sverri Nielsen var sjálvandi ógvuliga væl nøgdur eftir framúr avrikið ídag:
-Eg kendi meg at hava fult og heilt tamarhald á støðuni. Eg eri ógvuliga eymur, men eg vóni og rokni við, at tað verður í lagi aftur, tá ið vit í morgin fara at kappast í finaluni.
Um tað eydnast Sverra Nielsen at vera millum tríggjar teir fremstu í morgin, so hevur hann kvalifiserað seg at luttaka í OL í Brasil í august.
Hóast Sverri Nielsen við góðum úrsliti í morgin staðfestir, at hann er væl skikkaður at luttaka í OL, so er tað kortini ikki víst, at hann verður úttikin.
Tað hevur við tað at gera, at londini ikki fáa fleiri enn ávíst tal av bátum við í OL kappingina. Um fleiri danskir bátar, enn tað er pláss fyri í kappingini, kvalifisera seg, so er tað upp til danir at gera av, hvørjir skulu til Brasil, og hvørjir ikki skulu til Brasil. Tann avgerðin verður tikin eftir úttøku kappingina í Luzern.