Sverri sakk í Oyrunum á Toftum

Síðan tíðliga seinnapartin í dag hevur Skálafjarðar Sløkkilið roynt at pumpað sjógvin upp úr 30 tonsaranum Sverra Sverri hevur leingi ligið við bryggju í deksbátahavnini í Oyrunum á Toftum. Báturin, ið er skrásettur sum stuttleikabátur, hevur einki fiskiloyvi, men sum skilst, hevur ætlanin verið at rikið gágguveiði við honum.

Í allan dag hevur Sverri ligið tungur í sjónum, og tíðliga seinnapartin kom Skálafjarðar Sløkkilið á staðið og byrjaði at pumpa sjógv upp úr bátinum.

Hetta hevur tó ikki gingið betri enn væl, tí tá ið nakað av sjógvi var komið upp úr Sverra, legði hann seg á bakborðssíðu - inn ímóti bryggjuni.

Tá ið Portalurin var á staðnum tíðliga í kvøld, segði Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður við Skálafjørðin, at teir ikki hættaðu sær umborð á bátin at leggja pumpurnar betri, tí vandi kundi vera fyri, at hann koppaði.

Sørin Svenning Danielsen stendur sum útgerðarmaður hjá Sverra, og hann sigur seg ikki vera greiðan yvir, hví báturin er sokkin eftir lutfalsliga so stuttari tíð.

- Vit fara at royna at finna út av, hvat er hent, tá ið báturin er komin uppaftur at flóta, sigur hann.

Sverri er bygdur í Holbæk í Danmark í 1947 úr eik og bók. Hann er 15,39 metrar langur, 4,88 metrar breiður og er merktur 32,47 brt.

Maskinan er ein grenaa diesel (1986), 170 hk.