Í flokkinum M1x róði Sverri Nielsen seg í gjár til eina frálíka tíð í innleiðandi umfari til VM í kapprógving í Linz í Eysturríki.
Tíðin hjá Sverra Nielsen gjørdist 7:04.680, sum var 9,45 sekund skjótari enn tíðin hjá svenska Anders Backeus, ið kom á mál sum nummar 2.
Avrikið hjá Sverra Nielsen var so mikið gott, at tað skortar ikki við rósi á heimasíðuni hjá danska róðarsambandinum, ið hevur miðlafólk við til kappingina í Eysturríki.
- Tað sá út sum ein venjing fyri føroyingin, sum kundi spara uppa kreftirnar hálvan vegin gjøgnum kappróðurin við vitan um, eingin kundi hótta sigurin, skrivar danska róðrasambandið.
Mikudagin skal Sverri Nielsen aftur royna seg, tá fjórðingsfinalurnar verða í M1x bólkinum.
Tað er eisini greið mál, ið Sverri Nielsen hevur sett sær. Níggju teir ovastu í bólkinum fáa atgongd til OL, og tað er málið, hevur hann gjørt greitt.
- Mín ambitión hevur altíð verið at vinna. Tað var tað eisini, tá eg var longri frá at gera tað. Tá tú brúkar so nógva tíð og orku upp á tað, so er býtt at gera tað hálvhjartað, sigur Sverri Nielsen við ritzau.










