Pál Vitalis Joensen verður einsamallur føroyingur til OL í Rio í summar. Tað er greitt, eftir at Belgia valdi at takka ja til plássið í singlesculleren, sum Sverri Nielsen hevði fingið, um Belgia í staðin valdi lættvektsdobbeltsculleren, skrivar DR.
Les eisini: Belgia hevur avgerðina
OL-kvalifisering hevur seinastu dagarnar verið í Sveits og millum rógvararnar var vágamaðurin Sverri Nielsen. Hann gjørdist tó akkurát ov stuttur til OL, men fram til í dag var ein møguleiki fyri, at hann alíkavæl kom til OL.
Tað er nevniliga so, at ein belgiari endaði framman fyri Sverra Nielsen og ein belgiskur bátur endaði framman fyri lættvektsdobbeltsculleren. OL-nevndin hevur tó gjørt av, at fyri at tryggja ein breiðan luttakaraskara, sleppur einans ein kvinnubátur og ein mannfólkabátur frá hvørjum landi víðari frá OL-kvalifiseringini.
Í dag hevur Belgia kunngjørt, at teir velja plássið í singlesculleren, og tað merkir at Sverri Nielsen ikki verður at síggja til OL. Hann var undir eitt hálvt sekund frá at klára OL tíðina.